- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm nýggir tilburðir
Fimm nýggir tilburðir
30 fólk eru í løtuni smittað í Føroyum
10.09.2021 - 11:21
Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Av teimum fimm er smittukeldan kend í trimum førum, og í einum føri er smittukeldan ikki kend. Tann síðsti tilburðurin bleiv staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroya.
30 fólk eru í løtuni smittað í Føroyum.
124 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV