Nú vaksa inntøkurnar aftur í Klaksvík

Nú vaksa inntøkurnar aftur í Klaksvík
Í august fekk kommunan 17,7 mió. kr. í skatti, 1,7 milliónir meira enn í august í fjør
Klaksvíkar kommuna væntar at fáa 305 mió. kr. í skatti í ár.
 
07.09.2021 - 09:25

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru farnar at vaksa aftur.

Í august fekk kommunan 17,7 mió. kr. í skatti, 1,7 milliónir meira enn í august í fjør, veit heimasíðan hjá kommununi at siga.

Fyrr í ár var skattainntøkan minni enn hon var undanfarin ár. 

Men nú gongur rætta vegin, sigur kommunan, og serliga august var góður. 

Í fíggjarætlanini fyri 2021 er roknað við 305 mió. kr. í skatti.

Sum gongdin er nú, fer hetta at halda, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946