Handa krøvini 22. september

Handa krøvini 22. september
Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava lagt ætlan fyri samráðingarfundirnar næstu vikurnar
Frá vinstru: Súni Selfoss og Anna Johannesen, umboðandi Starvsfelagið, Jan Mortensen, Fíggjarmálaráðið og Anita Fuglø umboðandi Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Mynd: Starvsfelagið  
 
06.09.2021 - 15:20

Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara at handa hvør øðrum sáttmálakrøvini 22. september.

Tað varð avtalað á fyrsta fundinum millum partarnar í dag.

Hetta var ein innleiðandi fundur, har ætlan varð løgd fyri samráðingarfundirnar næstu vikurnar. 

Fundur verður aftur mikudagin 22 september, og tá verða sáttmálakrøvini eisini handað.

Sáttmálin uppsagdur til 1. oktober

Hesaferð hevur Starvsfelagið samráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tí arbeiðsgevararnir hava gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar.

Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan upp at fara úr gildi 1. oktober.

Á myndini frá vinstru: Súni Selfoss og Anna Johannesen, umboðandi Starvsfelagið, Jan Mortensen, umboðandi Fíggjarmálaráðið og Anita Fuglø, umboðandi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946