Svartar fjaðrar stimbra flogevnini

Svartar fjaðrar stimbra flogevnini
Sjófuglar, sum hava svartar fjaðrar, hava ein luftstreymafrøðiligan fyrimun enn aðrir fuglar
 
03.09.2021 - 08:30

Ein nýggj kanning vísir, at tað er ikki bara støddin og skapið á veingjunum, ið gera av, hvussu væl ein fuglur flýgur. Liturin hevur eisini ávirkan.

Í áratíggju hava fuglafrøðingar grundað yvir, hví sjófuglar, ið flúgva millum lond, ofta hava veingir har eitt petti er svart. Tað fóru tey at kanna á lærda háskúlanum Ghent í Belgia.

Eftir at hava kannað 324 ymisk sløg av sjófugli, har tey samanbóru veingjalitirnar og eginleikan at flúgva, sóu tey ein greiðan samanhang. Fuglar við myrkum veingjum flúgva betur.

Síðani kannaðu tey veingir frá útstappaðum fuglum, í eini vindsmogu, har veingirnir eisini vóru strálaðir við innreyðari geisling, eins og sólin hevði gjørt úti í náttúruni.

Minni luftmótstøða
Tað vísti seg, at svartir veingir hitna betur í sólini og tað ger, at luftmótstøðan móti veinginum minkar heili 20%.

Fuglurin sparir ein rúgvu av orku og orkar betur at flúgva long strekkir.

Uppdagingin hevur ikki bara áhuga hjá fuglafrøðingum. Tí um dimmlittir veingir minka um orkunýtsluna hjá fuglum, er tað møguliga eisini galdandi fyri dronur og flogfør.

Í dag hava flest flogfør hvítar ella ljósar veingir fyri at verja veingirnar móti upphiting frá sólini, men tað fer kanska at broytast.

Kanningin vísti, at myrku veingjaspíssarnir hjá Súluni stimbraðu flogevnini (Mynd: Daníel Bergmann) 

Kelda: Illvid.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878