Borgarstjórin: Bara tekniski stjórin visti um innihaldið

Borgarstjórin: Bara tekniski stjórin visti um innihaldið
Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevur skrivað undir nýggja sáttmálan við tekniska stjóran, men hann vísir til nýggja kommunustjóran
Karl H. Johansen, borgarstjóri, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men vísir til kommunustjóran.
 
02.09.2021 - 11:47

Eingin annar enn fráfarni tekniski stjórin kendi til innihaldið í nýggja sáttmálanum, sum m.a. staðfestir, at tekniski stjórin ikki longur skuldi vísa til kommunustjóran, men til borgarstjóran.

Tað sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Undirskriftin hjá borgarstjóranum stendur á skjalinum saman við undirskriftini hjá fráfarna tekniska stjóranum, Óla Jákup Bech, og undirskriftini hjá táverandi varakommunustjóranum, John Færø.

Nýggjur sáttmáli

Tann 1. august í ár fær táverandi tekniski stjórin í Klaksvíkar kommunu nýggjan sáttmála.

Hann var annars áramálssettur í fimm ár og hevði bara sitið í fýra í ár. Men tann 1. august fær hann sáttmálan longdan í trý ár.

Haraftrat fær hann eina røð av lønarhækkingum og framíhjárættindum, sum ikki vóru galdandi í upprunaliga sáttmálanum frá 26. apríl í 2017, og sum skuldi vera galdandi frá 1. juli sama ár.

Millum broytingarnar er tann, at tekniski stjórin ikki longur skal vísa til kommunustjóran, men til borgarstjóran.

Haraftrat er ásetingin um, at tekniski stjórin ikki kann átaka sær annað lønt starv ella ólønt starv, sum gevur framíhjárætt av nøkrum slagi, uttan at Klaksvíkar kommuna frammanundan hevur góðkent tað í hvørjum einstøkum føri, tikin úr sáttmálanum.

Í staðin er komin ein áseting, sum sigur, at  "Stjórin hevur rætt til at átaka sær annað lønt ella ólønt starv, og at hetta er eisini galdandi fyri val í almenn álitisstørv."

Hetta seinasta bar heldur ikki til í fyrra sáttmálanum. 

68.000 kr. um mánaðin

Samlaða lønin hjá tekniska stjóranum verður eftir nýggja sáttmálanum yvir 68.000 kr. um mánaðin.

Lønin hjá stjóranum er farin úr 43.656 krónum upp í 49.055,65 krónur um mánaðin, og ískoytið er hækkað úr 4.332 krónum og 41 oyrum upp í 9.811 krónur og 13 oyru. Tað er sostatt hækkað úr 10 upp í 20 prosent, og ískoytið fer haraftrat frá ikki at vera eftirlønargevandi til at vera eftirlønargevandi.

Eftirlønin fer úr 15 prosentum uttan viðbót, sum eisini er sáttmálin millum Tænastumannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið, til at vera 16 prosent við viðbót, og fer harvið úr 6.499 krónum og 61 oyrum upp í 9.418 krónur og 68 oyru.

Uppsagnarfreistin er óbroytt fyri stjóran, men hjá kommununi verður freistin broytt frá at vera seks mánaðir til at vera 18 mánaðir. Fráfaringarsamsýningin verður broytt til 36 mánaðir heldur enn seks mánaðir, og ásetingin um, at hetta er uttan eftirlønargjald, er tikið burturúr. 

Umframt tær 36 mánaðirnar skal tekniski stjórin hava løn teir 18 mánaðirnar í uppsagnartíðini, t.e. fýra og eitt hálvt ár tilsamans.

Fráfaringarlønin er sostatt góðar 3,7 milliónir krónur.

Framvegis rætt til fráfaringarsamsýning

Sambært gamla sáttmálanum hevði tekniski stjórin ikki rætt til fráfaringarsamsýning, um hann verður burturvístur. Í nýggja sáttmálanum er tað  broytt til, at "Verður tekniski stjórin burturvístur, hevur hann framvegis rætt til fráfaringarsamsýning."

Doyr stjórin í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi og børn undir 21 ár løn í tríggjar mánaðir eftir gamla sáttmálanum, men í nýggja sáttmálanum er hetta broytt til 24 mánaðir.

At enda verður staðfest í nýggja sáttmálanum,  at Klaksvíkar kommuna skal rinda sakarmálskostnaðin við ein gerðarrætt, hóast kommunan vinnur sakarmálið. 

Onga viðmerking

Karl H. Johansen, borgarstjóri, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men vísir til núverandi kommununustjóran,  Rúna Rasmussen. 

Partarnir hava gjørt eina semju og viðmerkja ikki málið meira sigur borgarstjórin.

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa orðið á Rúna Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095