- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygging dýrkar fleiri hundrað prosent
Trygging dýrkar fleiri hundrað prosent
Prísurin fyri sjálvbodna barsilspeningatrygging hækkar úr 500 kr. upp í 3.000 kr.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/barsil_2.jpg?itok=pz0twsDG)
Gjaldið fyri sjálvbodna barsilspeningatrygging hækkar munandi á nýggjárinum.
Mynd: Savnsmynd
01.09.2021 - 10:15
1.januar næsta ár verður nógv dýrari enn nú at fáa sær eina sjálvbodna barsilspeningatrygging.
Hon hækkar fleiri hundrað prosent um árið.
Sambært kunngerð, sum varð lýst í gjár, hækkar prísurin úr 500 krónum upp í 3.000 krónur.
Tryggingin hevur kostað 500 krónur síðani 2001.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV