Valskeiðið er hálvrunnið

Valskeiðið er hálvrunnið
Eirikur Lindenskov og Sveinur Tróndarson, blaðstjórar, vera í útvarpsstovuni og gera viðmerkingar til politisku støðuna
Blaðstjórarnir á Sosialinum og Dimmalætting vera í útvarpsstovuni.
 
31.08.2021 - 11:14

Í dag, 31. august, eru tvey ár síðani løgtingsvalið var í 2019.

Fjúrtan dagar seinni, 14. september í 2019, skipaðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin samgongu við Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, sum løgmanni.

Hvussu hevur valskeiðið so hilnast higartil?

Í útvarpstíðindunum klokkan 12.20 fara Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, at taka saman um og gera viðmerkingar til politisku støðuna, nú valskeiðið er hálvrunnið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823