- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingu bara helvtina av væntaða kapitalvinningsskattinum
Fingu bara helvtina av væntaða kapitalvinningsskattinum
Roknað varð við 270 milliónum kr., men roknskapurin vísir, at góðar 157 milliónir komu í kassan

Fíggjarmálaráðið væntaði at fáa 270 mió. kr. í kapitalvinningsskatti í fjør, men bara helvtin kom inn
31.08.2021 - 08:30
Bara stívliga helvtin av tí, sum roknað varð við, kom í landskassan í fjør í kapitalvinningsskatti.
Í fíggjarlógini er roknað við 270 mió.kr. Í roknskapinum fyri 2020 eru 157,3 millónir.
Korona fær eisini her skyldina.
Í staðin fyri at lata vinningsbýti, valdi vinnan at lata pengarnar vera í vinnuni.
Tað var eisini eitt krav í hjálparpakkunum hjá landinum, at fyritøkur, sum fingu hjálp, ikki skuldu rinda vinningsbýti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV