Skrásetingargjald fyri brúktar bilar skal roknast eftir keypsprísi

Skrásetingargjald fyri brúktar bilar skal roknast eftir keypsprísi
Bilsølurnar vilja av kappingarávum ikki útflýggja upplýsingar um prísin
Sera torført er hjá Akstovuni at útvega upprunavirðið á innfluttum, brúktum bilum.
 
30.08.2021 - 08:40

Skrásetingargjaldið fyri bilar, sum eru innfluttir brúktir, skal roknast eftir keypsprísinum, tað vil siga útveganarvirðinum, og ikki eftir upprunavirðinum sum nú.

Eitt uppskot er gjørt um at broyta skrásetingarlógina.

Sera torført er hjá Akstovuni at útvega upprunavirðið á innfluttum, brúktum bilum.

Vilja ikki upplýsa prís

Bilsølurnar vilja av kappingarávum ikki útflýggja upplýsingar um prísin. Tí mælir Fíggjarmálaráðið nú til at broyta virðisásetingina, so hon verður meira ítøkilig.

Av tí at torført er at finna rætta upprunavirðið, tekur ofta nógvar dagar at skráseta brúkt, innflutt akfør.

Tá lógin er broytt, fer skrásetingin bara at taka ein dag, sigur Fíggjarmálaráðið.

Sama grundarlag sum TAKS
 
Við broytingini fer Akstovan at brúka sama útrokningargrundarlag, sum TAKS brúkar til at tollavgreiða akfør og til at áseta, hvussu nógv meirvirðisgjald akfarið skal rinda.

Akstovan sigur, at í fjør blivu 56 brúktir persónbilar, 24 brúktir vørubilar og fýra brúktar motorsúkklur innflutt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946