- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark strikar seinastu koronuavmarkingarnar
10. september verða tær seinastu koronuavmarkingarnar strikaðar í Danmark.
Tað skrivar danska kringvarpið.
Orsøkin er, at stjórnin frá tí degi ikki longur metir covid-19 at vera eina samfelagskritiska sjúku í Danmark.
At ein sjúka er samfelagskritisk merkir, at hon er til vanda fyri týdningarmikið virksemi í samfelagnum, t.d. heilsuverkið.
Nógv koppsett
Stóra undirtøkan fyri koppsetingini, og at tamarhald er á smittuni, gera, at stjórnin tekur hetta stigið, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri.
Ætlanin var annars, at seinastu tiltøkini skuldu fara úr gildi 1. oktober.
Áherðsla verður kortini lagt á, at stjórnin er sinnað at seta nýggj tiltøk í verk, um smittan aftur fer at gera um seg í landinum.
- Stjórnin lovaði, at avmarkingarnar ikki fóru at vera óneyðuga leingi í gildi. Har eru vit nú. Men hóast tað stendur væl til í løtuni, so eru vit ikki sloppin burtur úr farsóttini enn. Stjórnin er til reiðar at seta nýggj tiltøk í verk, um farsóttin aftur hóttir týðandi virksemi í samfelagnum, sigur heilsumálaráðharrin.
Koronupassið eisini strikað
Avgerðin at strika tiltøkini kemur eftir, at ein meiriluti í Fólkatinginum hevur strongt á, at korona ikki longur skuldi vera bólkað sum ein samfelagskritisk sjúka.
Avgerðin hevur eisini við sær, at kravið um koronapass til størri tiltøk og í náttarlívinum verður strikað.