Uppskot um nýggjan heilsupolitikk kemur næsta ár

Uppskot um nýggjan heilsupolitikk kemur næsta ár
Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á sama stigi sum bestu heilsuverkini í heiminum, sigur Heilsumálaráðið
Nýggja langtíðarætlanin fyri heilsuverkið fevnir um tíðarskeiðið 2025 til 2035.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2024 - 15:20

Farið er undir at orða heilsupolitikk fyri Føroyar.

Nýggja langtíðarætlanin fyri heilsuverkið fevnir um tíðarskeiðið 2025 til 2035, sigur Heilsumálaráðið.

Við heilsupolitikkinum verður dentur lagdur á fyribyrging og heilsufremjan, samstundis sum røtt viðgerð skal verða veitt á røttum stað og til rætta tíð.

Ein vælvirkandi heilsuskipan er grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi, og politikkurin skal tryggja, at føroyska heilsuverkið verður bæði burðardygt og dygdargott næstu árini, sigur Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á sama stigi sum bestu heilsuverkini í heiminum.

Ætlanin er, at uppskotið um nýggja heilsupolitikkin skal verða liðugt miðskeiðis í 2025.

Ætlanin er eisini at hava regluligar eftirmetingar og tryggja, at politikkurin verður tillagaður eftir tørvi, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008