- Tíðindi, mentan og ítróttur
AirBnB hjálpir afganskum flóttafólkum

Fyritøkan AirBnB fer nú at hjálpa afghanskum flóttafólkum.
Brian Chesky, sum er forstjóri í AirBnB, sigur, at AirBnB fer at geva 20.000 afghanskum flóttafólkum eitt fyribils stað at búgva, ókeypis.
Hann sigur, at hetta er teirra svar til tað, sum hann kallar eina av størstu humaniteru kreppunum í okkara tíð, og íbúðir verða gjørdar til taks til flóttafólk kring allan heimin.
Tilboðið byrjar beinanvegin, og forstjórin sigur, at felagið arbeiðir saman við hjálparfelagskapum at finna fólkini, sum hava størstan tørv.
Rósar teimum, sum leiga út
Chesky sigur, at AirBnB rindar kostnaðin fyri at hýsa flóttafólkunum, men hann rósti samstundis teimum, sum leiga sína íbúðir og hús út gjøgnum felagið, so hjálparátakið kann verða veruleiki.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at AirBnB hjálpir fólki, sum flýggjar undan armóð.
Fyrstu ferð var í 2012, tá ódnin Sandy legði nógv heim í oyði í New York. Tá fingu fleiri enn 1.000 fólk eina fyribils íbúð ókeypis gjøgnum AirBnB.
Síðani eru líknandi átøk gjørd eftir náttúruvanlukkur, í eitt nú Meksiko og Avstralia.
Sambært BBC, hava tey fyrstu 165 afghansku flóttafólkini longu fingið innvist í fyribils íbúðum ymsastaðni í USA.