Pauli tók pippið frá kekkum

Pauli tók pippið frá kekkum
Málverjin Pauli Jacobsen vísti stórspæl, tá U19-manslandsliðið í hondbólti vann ein sannførandi 31-28 sigur móti Kekkia í bólkafinaluni í EHF Championship-kappingini
Málverjin, Pauli Jacobsen, ið er nummar 16 á myndini, var dagsins maður, tá Føroyar vann 31-28 móti Kekkia
Mynd: Savnsmynd  
 
19.08.2021 - 18:37

Um onkur ikki hevur fingið tað við, so eiga Føroyar nakrar sera dugnaligar ungar hondbóltsspælarar, og kanska teir dugnaligastu spæla á U19-manslandsliðnum. 

Í dag spældi Føroyar bólkafinaluna móti Kekkia í EHF Championship-kappingini, sum verður spæld í Bulgaria. 

Føroyar vunnu sera sannførandi 31-28 sigur eftir at tað stóð á jøvnum 15-15 í hálvleikinum

 

Pauli plankeværk

Sum ikki einaferð, so var tað stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið gekk á odda við 13 málum.

Men besti spælarin hjá Føroyum í dag var Pauli Jacobsen í málinum. 

Danir brúka ofta orðið "plankeværk", ella trægriðing, um góðar málverjar, og tað er ikki ov nógv sagt, at Pauli í dag var eitt plankeværk. 

Ferð eftir ferð bjargaði Pauli Jacobsen, tá kekkar høvdu opnar málmøguleikar, og tók hann fullkomiliga pippið frá kekkisku leikarunum í seinna hálvleiki. 

Við sigrinum hevur føroyska U19-manslandsliðið spælt seg í hálvfinaluna í EHF Championship-kappingini, sum verður spæld leygardagin, og har verður mótstøðuliðið Slovakia. 

 

Væl nøgdur venjari

Julian Johansen, venjari, var væl nøgdur við dystin, men hann var ikki í iva um, at føroyska liðið hevði Paula Jacobsen, málverja, fyri at takka, at teir vunnu dystin, og skulu spæla hálvfinalu móti Slovakia og ikki Hvítarusslandi leygardagin. 

Hoyr samrøðuna við Julian Johansen, sum væntar sær ein harðan dyst móti Slovakia:

julian_RED2

Julian Johansen

Frítekst tagging: 

KEKKIA - FØROYAR 28-31 (15-15)

Føroyar

Málverjar:
12 Alexandar Lacok 0 mál
16 Pauli Jacobsen 0 mál
-------
Útileikarar:
40 Bogi Hansen 2 mál
60 Baldur Gillason 1 mál 
61 Janus Dam Djurhuus 4 mál
63 Pauli Mittún 5 mál 
65 Bjarni í Selvindi 0 mál
67 Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál
78 Óli Mittún 3 mál 
79 Rói Ellefsen á Skipagøtu 0 mál
80 Pauli Høj 0 mál 
81 Viktor Gaini 3 mál 
82 Ragnar Karlsson 0 mál 
83 Sakir Tróndarson Frýdal 0 mál
93 Sveinur Olafsson 0 mál
94 Hákun West av Teigum 0 mál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835