Royna at fáa starvsfólk úr Afganistan

Royna at fáa starvsfólk úr Afganistan
Flestu lond royna at fáa starvsfólk síni av landinum, men kinesiskir myndugleikar siga, at teirra starvsfólk verða verandi í Kabul
Tað tók Taliban bara fáar dagar at fáa alt valdið í Afganistan. Henda myndin er tikin, tá talibanar høvdu tikið forsetaborgina í Kabul í gjár.
 
16.08.2021 - 09:35

Heimsins lond stríðast í dag við at fáa sendifólk og onnur starvsfólk út úr Afganistan, eftir at Taliban tók valdið á høvuðsstaðnum, Kabul, í gjár, og harvið á øllum landinum.

Franski verjumálaráðharrin boðar frá, at tey í dag fara at flyta útsend starvsfólk og lokalt settar afganar til Arabisku Emiratini. 

Spanski innanríkisráðharrin, Fernando Grande-Marlaska, sigur við Reuters, at tey hava flutt øll starvsfólk av sendistovuni í Kabul á flogvøllin, og at tey verða flogin til Spania skjótast gjørligt.

Tók flaggið niður

Amerikanska sendistovan er eisini tømd. Áðrenn starvsfólkini fóru av amerikansku sendistovuni, brendu tey øll týdningarmikil skjøl, so tey ikki koma upp í hendurnar á Taliban.

Áðrenn sjálvur amerikanski sendiharrin fór av sendistovuni, tók hann amerikanska flaggið niður, og tók tað við sær.

Nepal hevur heitt á umheimin um at fáa hjálp til at flyta um 1.500 nepalskar ríkisborgarar úr Afganistan. Hetta eru fólk, sum hava arbeitt sum trygdarfólk á sendistovum, og fólk, sum hava arbeitt fyri hjálparfelagsskapir. 

Fund við Taliban

Russiski sendiharrin í Afganistan er ikki farin úr landinum. Hann fer í morgin á fund við Taliban, sigur russiska tíðindastovan, Interfax. Sambært Reuters er tó ætlanin at flyta nøkur av starvsfólkunum á russisku sendistovuni úr landinum.

Kina hevur boðað frá, at teirra starvsfólk verða verandi á kinesisku sendistovuni í Kabul.

Nøkur fá tíðindafólk eru eftir í Kabul. Flestu teirra vilja sleppa av landinum, men tað er trupult, tí øll vanlig flogferðsla er avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151