- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taliban er á veg inn í Kabul

Tað boðar innlendismálaráðið í Afganistan frá í morgun, sambært altjóða miðlum.
Samstundis sigur Taliban, at høvuðsstaðurin verður ikki hertikin við valdi.
Hernaðarrørslan vil hava stjórnina at geva seg, skrivar Reuters.
Forsetin í Afganistan, Ashraf Ghani, hevur framvegis ikki latið frætta frá sær um støðuna.
Av teimum størru býunum, er tað bara Kabul, sum stjórnin hevur ræði á.
Taka seg skjótt fram
Taliban hevur tikið seg skjótt fram og hertikið meira enn tveir triðingar av landinum.
Tað hevur fingið fleiri lond at flyta ríkisborgarar og starvsfólk, sum hava starvast fyri londini, burtur.
Danska stjórnin hevur boðað frá, at danska sendistovan í afganska høvuðsstaðnum letur aftur fyribils, og øll starvsfólk, teirra millum 45 afganar, verða flutt av landinum.
Eisini Norra letur sína sendistovu í Kabul aftur fyribils.
Í summar fóru síðstu hermenninir úr Afganistan eftir at hava verið har í 20 ár.
Amerikanarar gjørdu innrás í Afganistan eftir álopið á tvíburatornini World Trade Center í New York 11. september 2001.
Miðskeiðis í apríl boðaði USA frá, at landið fór at taka seg endaliga úr Afganistan.
Síðani hevur Taliban hertikið størsta partin av landinum.