- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúrir fyri at al-Qaeda aftur fær valdið í Afganistan

Taleban tekur seg fram í Afganistan, og tað fær bretska verjumálaráðharrin, Ben Wallace, at bera ótta fyri, at Afganistan endar sum eitt "miseydnað land," sum hann málber seg.
Eitt land, ið hvørki sosialt, búskaparliga ella politiskt er ført fyri at standa á egnum beinum.
Tann støðan kann hava við sær, at bólkar sum t.d. al-Qaeda fáa gróðarlíkindi í Afganistan.
Aftur til Afganistan
Verjumálaráðharrin útihýsir tí ikki møguleikanum fyri, at Bretland aftur fer at senda herfólk til Afganistan.
- Eg lati allar møguleikar vera opnar, um Taliban aftur fer at hýsa al-Qaeda, ella leypa á vesturheimin, sigur Ben Wallace.
Stjórnin í næststørsta býnum í Afganistan, Kandahar, váttar, at Taliban hevur tikið valdið í býnum.
600.000 fólk búgva í Kandahar, sum fyrr hevur verið háborg hjá Taliban.
AFP skrivar, at stjórnardeildirnar hava tikið seg aftur til ein herstøð uttan fyri Kandahar.