Heldur fram í politikki hóast dóm

Heldur fram í politikki hóast dóm
Morten Messerschmidt er dømdur seks mánaða treytaða fongsulsrevsing, men hann hevur kært dómin til landsrættin
 
13.08.2021 - 15:35

Morten Messerschmidt kann halda fram sum næstformaður í Danska fólkaflokkinum, hóast rætturin í Lyngby fyrr í dag dømdi hann sekan í einum máli um svik við pengum úr ES og fyri skjalafalsan.

Tað sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska fólkaflokkinum.

- Dómurin verður skotin inn fyri landsrættin, og ikki fyrr enn landsrætturin hevur viðgjørt málið, hava vit endaligt úrslit. Tí kann Morten sjálvandi halda fram við sínum politiska arbeiði í Danska fólkaflokkinum, skrivar Kristian Thulesen Dahl á Facebook.

Pengarnir brúktir til summarfund

Málið snýr seg í høvuðsheitum um ein fund í Skagen í 2015, sum flokkurin Meld í ES-tinginum fíggjaði, samstundis sum Danski fólkaflokkurin helt summarfund.

Morten Messerschmidt var um hetta mundið eisini formaður í Meld.

Hann varð ákærdur fyri at hava svikað fyri 100.000 kr. og fyri skjalafalsan í sambandi við útgjald av ES-pengunum til summarfundin hjá Danska fólkaflokkinum í Skagen. 

Morten Messerschmidt hevur alla tíðina noktað seg sekan í báðum ákærum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF