Kommunulæknar: Latið tykkum koppseta

Kommunulæknar: Latið tykkum koppseta
Báðir kommunulæknarnir í Vágum, Djóni S. Joensen og Marjus Dam, heita á fólk um at lata seg koppseta, nú koppseting verður í skúlanum á Giljanesi í dag
Fólk í Vágunum kunnu í dag koppseta seg í Skúlanum á Giljanesi
Mynd: Vága kommuna  
 
11.08.2021 - 07:37

Í dag verður gjørligt hjá fólki í Vágum at koppseta seg í Skúlanum á Giljanesi. Og lokalu kommunulæknarnir ráða nú fólki til at taka av tilboðnum. 

Tað eru kommunurnar í oynni, ið hava tikið stig til átakið. 

Fólk kunnu bíleggja tíð, men støkk inn koppseting verður eisini. Hon verður millum kl.14.00 og 15.00 seinnapartin. 

Fólk, sum bíleggja tíð, verða koppsett millum kl.11.30 og 13.30.

Hetta er eitt samstarv millum Vága kommunu, Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035