- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pfizer og Moderna hækka prísirnar á koppingarevni
Heilivágsfyritøkurnar, Pfizer og Moderna, hækka nú prísin á koppingarevni fyri koronu.
Tað sæst í nýggju sáttmálunum, sum heilivágsfyritøkurnar hava gjørt við ES um koppingarevni, skrivar Financial Times.
Ein skamtur av koronukoppingarevni frá Pfizer kostar nú 145 krónur, ella 290 krónur fyri bæði prikini.
Koppingarevnið frá Moderna kostar 160 krónur fyri skamtin.
Pfizer og Moderna í Danmark
Danmark brúkar Pfizer og Moderna í síni koppsetingarætlan. 4,2 milliónir danir hava fingið fyrra prikið, og 3,2 milliónir eru liðugt koppsett.
Fleiri enn 83 prosent eru koppsett við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech.
Í Føroyum verður burturav koppsett við Pfizer/BioNTech.
Í mai boðaði ES frá, at tey vænta at fáa tilsamans eina milliard skamtar av koppingarevni fyri koronu, m.a. frá Pfizer og Moderna.