- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erna Solberg stúrir fyri flóttafólkastreymi úr Afganistan

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, stúrir fyri, at gongdin í Afganistan kann hava við sær, at nógv fara flýggja til Evropa og Noregs.
- Vit vita av royndum, at slíkar støður hava flóttafólkastreym við sær, sigur Erna Solberg.
Hon leggur dent á, at tað eru grannalondini, sum í fyrstu syftu fara at taka ímoti afganum, sum vilja sleppa úr krígsherjaða landinum.
Men Erna Solberg heldur eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki í Evropa, tí nógvir afganar búgva í evropeiskum londum. Og ofta er tað so, at flóttafólk fara hagar, tey frammanundan hava vinir og familju, sigur hon.
Vánalig útlit
Framtíðarútlitini hjá fólkinum í Afghanistan eru ring.
So hvørt altjóða herdeildir taka seg aftur úr Afganistan, hevur Taleban fingið størri vald í landinum.
30.000 fólk flýggja úr Afganistan hvørja viku, skrivar New York Times, sum hevur tøl frá ST.
Flóttafólkatalið er vaksið millum 30 og 40 prosent, síðani altjóða herdeildir tóku seg úr landinum, skrivar blaðið.
Sýria og Afganistan eru tey londini í heiminum, haðani flest fólk flýddu í fjør, sambært ST.
Seinastu mánaðirnar er støðan í Afganistan versnað, og alsamt fleiri fólk flýggja úr landinum. Seinastu Nato-herdeildirnar fóru úr Afghanistan í juni.