- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnin samsek í morði av journalisti

Stjórnin hevur skapt eina mentan, har slíkt ber til, stendur í niðurstøðuni. Tað er ein bólkur av dómarum í Malta, sum í vikuni legði niðurstøðuna fram í eini 437 síður langari frágreiðing um málið.
Tað var í 2017, at Galizia varð dripin av bilbumbu, tá ið hon koyrdi frá húsum. Morðið skapti øsing í fleiri evropeiskum londum, og setti ráðandi flokkin í Malta í eina politiska gølu. Ákæruvaldið heldur, at tað er vinnulívsmaðurin Yorgen Fenech, sum er tætt knýttur at fleiri leiðandi fólkum í stjórnini, sum er heilin aftanfyri morðið. Hann skal á ákærubonkin fyri morðið, men noktar seg sekan.
Tríggir menn eru ákærdir fyri at hava sprongt bilin hjá journalistinum. Ein teirra hevur játtað seg sekan og er dømdur 15 ára fongsulsrevsing, hinir báðir skulu í rættin. Maðurin, sum játtaði seg sekan, er nú eitt vitni og hevur fingið immunitet av somu orsøk.
Kanningin sigur, at lógloysi sprettir frá hægstu rókum í Malta, og spreiddi seg síðani til aðrar stovnar og til løgregluna. Kanningin er almannakunngjørt av forsætisráharranum í Malta. Fyrrverandi forsætisráharrin, Joseph Muscat, legði frá sær í desember 2019, eftir at Fenech var handtikin. Hann er ongantíð ákærdur fyri at hava verið blandaður upp í málið.
Journalisturin Daphne Caruana Gali-zia stóð á odda fyri kanningum í Panama Pappírunum av korruptión í Malta. Familjan hjá henni sigur í tíðindaskrivi, eftir at kanningin er blivin almenn, at hetta váttar júst tað, tey hava hildið frá byrjan - at morðið av henni var ein beinleiðis avleiðing av, at rættarsamfelagið í Malta er niðurbrotið.
Tey siga seg vóna, at hendan kanningin kann leiða til, at rættarsamfelagið og fólkaræði aftur vera berandi í landinum.