Fer at taka trý til fimm ár at endurbyggja týska undirstøðukervið

Fer at taka trý til fimm ár at endurbyggja týska undirstøðukervið
Skaðarnir av vatnflóðini har vesturi í Týsklandi eru øgiligir, og tað verður væntað, at tað fer at taka millum trý og fimm ár at byggja undirstøðukervið uppaftur
Undirstøðukervið, eitt nú vegir, jarnbreytir, drekkivatn og annað, er hart rakt av vatnflóðini í Týsklandi
Mynd: AP  
 
21.07.2021 - 09:28

Tað fer at taka langa tíð at byggja tað upp aftur, sum er farið í vatnflóðini har vesturi í Týsklandi.

Sambært fleiri týskum miðlum roknar týska stjórnin við, at bara skaðarnir á vegir og jarnbreytir fara at kosta 2 milliardir evrur at umvæla - tað er tað sama sum góðar 15 milliardir krónur.

Serfrøðingar siga, at vatnflóð er tað slagið av náttúruvanlukku, sum kostar mest í pengum. Vatnið kemur inn allastaðni og oyðileggur alt, samstundis sum tað dálkar drekkivatnið. Samanborið við til dømis jarðskjálvta, sum verður roknað sum næstdýrasta slagið av náttúruvanlukku, rakar ein vatnflóð eitt nógv størri øki og ávirkar tí eisini fleiri fólk.

Hildið verður, at tað fer at taka millum trý og fimm ár at fáa undirstøðukervið í vestara parti av Týsklandi, sum varð raktur av vatnflóðini, upp aftur á sama støði sum áðrenn flóðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878