Javnstøðunevndin fingið átalu frá LUM

Javnstøðunevndin fingið átalu frá LUM
Eitt mál um uppsøgn av einum frisørlærlingi, ið var við barn, er kjarnan í átaluni av Javnstøðunevndini
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Savnsmynd  
 
17.07.2021 - 14:13

Javnstøðunevndin hevur fingið átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri handfaringina av einum máli um ein frisørlærling, ið bleiv uppsøgd í royndartíðini, meðan hon var við barn. 

Heitt verður eisini á nevndina at viðgera málið av nýggjum. 

Orsøkin er grundleggjandi manglar í málsviðgerðini.

 

Ógrundað uppsøgn?

Tann sum kærdi og arbeiðsgevarin vóru ósamd um orsøkina fyri uppsøgnina og ósamd um, hvat varð sagt og ført fram á fundinum, har uppsagnarskjalið varð undirskrivað. 

Í slíkum førum, tá løntakari verður uppsagdur í viðgongutíðini, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti.

Í niðurstøðuni metti Javnstøðunevndin, at arbeiðsgevarin hevði lyft próvbyrðuna.

 

Málið skal upplýsast nøktandi

Í klaguni til Umboðsmannin vísir klagarin á, at uppsagdi løntakarin ikki var partshoyrdur um ávís skjøl. Og hetta er sambært Umboðsmanninum brot á fyrisitingarlógina, sum áleggur, at um nýggir upplýsingar av týdningi eru í einum máli, skal mótparturin fáa møguleika at gera viðmerkingar til teir. 

Ein fyrisitingarmyndugleiki hevur skyldu til at tryggja sær, at málið er nøktandi upplýst, áðrenn avgerð verður tikin. 

 

Átalan

Út frá umstøðunum í hesum máli, helt umboðsmaðurin, at Javnstøðunevndin í viðgerðini av kærumálinum átti at havt viðgjørt, um málið yvirhøvur kundi upplýsast nøktandi á skrivligum grundarlagi, og um málið var egnað til skrivliga próvførslu ella skuldi verið avvíst.

Tí fær Javnstøðunevndin eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitt verður á hana um at taka málið til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin hevur eisini sent landsstýriskvinnuni í javnstøðumálum eitt skriv, har víst verður á, at tørvur er á at áseta nærri reglur um málsviðgerðina hjá Javnstøðunevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534