Sjúkrahúsverkið: Koppsett kunnu koma á vitjan

Sjúkrahúsverkið: Koppsett kunnu koma á vitjan
Koppsett kunnu gott vitja innløgd á sjúkrahúsunum, hóast smittutølini í løtuni eru høg, boðar Sjúkrahúsverkið frá
 
13.07.2021 - 17:44

Sjúkrahúsverkið ger nú vart við, at koppsett gott kunnu vitja innløgd á sjúkrahúsunum. 

Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsunum, skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðuni

"Men koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar. Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, innan vitjað verður á sjúkrahúsinum."

Sjúkrahúsverkið minnir tó á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109