- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marknaðarvirðið á norska oljugrunninum var í dag 1.200 milliardir krónur

E24 skrivar, at fyri fyrstu ferð fór marknaðarvirðið á oljugrunninum uppum 12.000 milliardir norskar krónur, - tað eru 8.639 milliardir krónur í okkara pengini.
Síðani á nýggjárinum er grunnurin vaksin við 1.000 milliardum norskum krónum, skrivar heimasíðan. Stutt eftir minkaði virðið á grunninum nakað aftur og gongdin heldur fram.
Merkisdagur
Leiðandi búskaparfrøðingurin í norska Sparbank, Harald Magnus Andreassen, heldur kortini, at hetta er merkisdagur fyri grunnin. Hann vísur á, at stóra virðið er úrslit av stórum sveiggjum, - bæði á partabrævamarknaðinum, krónu-kursinum og marknaðinum fyri lánsbrøv.
Hann sigur, at virðið á oljugrunninum nú er 40 prosent størri enn miðaltalið seinastu 10 árini.
- Tað er heldur virðið á grunninum í vanligari støðu, sum vit áttu at tikið støði í, sigur Harald M. Andreassen við E24.
Fíggjarmálaráðið eigur
Í 1996 vórðu fyrstu krónurnar fluttar í oljugrunnin, - tað er norska fíggjarmálaráðið, sum eigur grunnin, men Norges Bank umsitur grunnin. Norska stjórnin kann í mesta lagi brúka trý prosent av fænum hjá grunninum í fíggjarlógini hvørt ár.
Í 2021 hevur norska stjórnin í hyggju at brúka meira enn 400 milliardir oljukrónur, - tað eru 287 milliardir danskar krónur, og tað svarar til 3,7 prosent av fænum hjá grunninum, skrivar NTB.