Eygnalækni og lungnalækni setast afturat

Eygnalækni og lungnalækni setast afturat
Landstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið sjúkrahúsverkinum fíggjarliga tilsøgn til enn ein eygnalækna og ein lungnalækna
Mynd: Savnsmynd  
 
13.07.2021 - 10:40

Nú skulu tveir serlæknar setast aftrat á sjúkrahúsverkinum.

Tað boðar heilsumálaráðið frá í dag.

Landstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið sjúkrahúsverkinum fíggjarliga tilsøgn til enn ein eygnalækna og ein lungnalækna.

Pengarnir skulu takast av serligu fíggjarlógarjáttanini til serlæknar og serútbúgving heilsustarvsfólk. Hendan játtan hevur seinastu árini verið 3,2 mió krónur árliga.

 

Bíðilistarnir skulu minkast

Eydnast tað at seta nýggju serlæknarnar, so verða tilsamans fýra eygnalæknar og tveir lungnalæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Aftrat ætlanini at seta tveir serlæknar, hevur landstýrismaðurin eisini givið tilsøgn til, at ein partur av játtanini í ár kann nýtast til konsulentar at minka um bíðilistarnar.

Heilsumálaráðið skrivar, at tørvurin á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólkum er ein áhaldandi avbjóðing, og hesi eru avgerðandi fyri, at tað skal bera til at hava flest møguligar viðgerðir í Føroyum og fyri at røkka málinum um viðgerðartrygd á øllum økjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109