- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði Krossur Føroyar latið hálva millión til Etiopia
Reyði Krossur Føroya hevur latið eina hálva millión til hjálparátøk í afrikanska landinum Etiopia.
Humanitera kreppan í Tigray landslutinum í Etiopia er nógv versna seinastu tíðina, skrivar Reyði Krossur á heimasíðuni.
Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp.
Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi. Stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur, skrivar also Reyði Krossur Føroyar um støðuna í Tigray landslutinum í Etiopia.
Harumframt eru átøkini ímóti COVID-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum
Upplýst verður, at pengarnir fara eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia.