20 tilburðir í gjár

20 tilburðir í gjár
20 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
 
10.07.2021 - 17:22

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning eftir komu.

Øll hini 18 eru eru smittað í Føroyum. Í 16 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.

2482 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 326.500 kanningar.

845 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 771 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 73 persónar smittaðir við Covid-19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717