
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løfven aftur forsætisráðharri

Fyrrapartin í dag kunngjørdi svenski forsætisráðharrin Stefan Løfven sína nýggju stjórn.
Og nýggja stjórnin er júst tann sama sum undanfarna stjórnin í Svøríki.
Flokkarnir eru teir somu - Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin - og allir ráðharrarnir eru eisini teir somu.
Stefan Løfven legði annars frá sær sum forsætisráðharri 28. juni, eftir at svenski Ríkisdagurin hevði samtykt eitt misálit móti honum.
Løfven hevði tá valið millum at skriva út nýval ella leggja frá sær. Hann valdi tað seinna, men tað eydnaðist ikki hjá nøkrum av hinum flokkunum at skipa nakra stjórn, og tískil endaði bólturin aftur hjá Løfven, sum nú aftur hevur skipað stjórn.
Stefan Løfven hevur verið svenskur forsætisráðharri síðani 2014.