- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra persónar handtiknir í Haiti

Fýra persónar, sum eru undir illgruna fyri morðið á haitiska forsetan Jovenel Moise, eru skotnir og dripnir, og tveir aðrir eru handtiknir.
Tað sigur politiovastin í Haiti, Leon Charles, sambært tíðindastovuni AFP.
Tað var mikunáttina, at haitiski forsetin varð dripin í heimi sínum.
Politiatsóknin móti gerningsmonnunum er framvegis í gongd, og tað verður ikki helmað í, fyrr enn allir gerningsmenninir eru dripnir ella tiknir, sigur Leon Charles sambært Reuters.
Sambært haitiska sendimanninum í USA søgdu gerningsmenninir seg vera agentar hjá narkodeildini hjá amerikanska politinum, DEA.
Men amerikanska uttanríkisráðið sigur, at hetta ikki vóru DEA-agentar. Haitiski sendimaðurin sigur, at tað allarhelst vóru professionellir leiguhermenn, sum beindu fyri forsetanum.
Forsetafrúan, sum eisini varð skotin í álopinum, er illa særd og er flutt til eitt sjúkrahús í Miami í USA.
Haiti hevur heitt á USA um hjálp til at finna og handtaka gerningsmenninar, og sambært Reuters er amerikanska uttanríkisráðið til reiðar at hjálpa.