Dronuførari skuldsettur

Dronuførari skuldsettur
Ein norðmaður er skuldsettur fyri at órógva grindadrápið í Hvannasundi 27.juni við einari dronu
 
06.07.2021 - 09:52

Tá ein grind varð hildin til í Hvannasundi 27. juni, var Sea Shepher til staðar við einari dronu, sum tað at enda varð skotið eftir.

Ein norðmaður er nú skuldsettur fyri at órógva grindadrápið í Hvannasundi 27.juni við einari dronu.

Hann er eisini skuldsettur fyri at lata dronuna flúgva yvir einari mannamúgvu.

Maðurin hevði eingi loyvi, sum krevjast til slíka flúgving nær einum grindadrápi, sigur Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum.

Politiið í Klaksvík hevur dronuna, sum skal brúkast sum prógv í málinum.

Skuldsetti maðurin skuldi fara av landinum sunnudagin.

Skotið varð eftir dronuni. Poliitið veit, hvør skeyt, men eingin er skuldsettur fyri at skjóta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995