- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingar fáa ikki meira makrel
Útlendingar fáa ikki meira makrel
Hóast føroyska makrelkvotan er vorðin 60.000 tons størri, fáa útlendingar ikki meira í sín part.
05.07.2021 - 11:03
Í einum uppriti hjá Fiskimálaráðnum um broytingar í makrelkunngerðini fær Russland 12.500 tons, tað sama nú í galdandi kunngerð, Ísland fær 1.300 tons og Noreg fær 6.600 tons.
Føroysk skip kunnu fiska sløk 145.000 tons.
Sambært uppskotinum um nýggja kunngerð verður loyvt at flyta allar avlopskvotur í 2020 til 2021.
Og nú er eisini greitt, at samráðingar vera ikki við fleiri lond um 2021, har sum makrelur er partur av kvotuumbýtinum.
Eingin sáttmáli er við Bretland og heldur eingin við ES.
Makrelurin, sum varð settur av til samráðingar við Bretland og ES, kemur nú aftur at føroysku kvotuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV