Skal ikki upp í ósemju um Familjufyrisitingina

Skal ikki upp í ósemju um Familjufyrisitingina
Størvini eru longu í sáttmálanum hjá Starvsfelagnum, sigur Fasti gerðarrættur
Starvsfelagið sigur, at starvsfólk í Familjufyrisitingini fáa verri sømdir, nú økið er yvirtikið, og vildi hava Semingsstovnin upp í málið, men Fasti gerðarrættur sigur nei
 
09.06.2021 - 08:30

Semingsstovnurin skal ikki upp í ósemjuna millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri starvsfólk í yvirtiknu Familjufyrisitingini.

Tað hevur Fasti gerðarrættur avgjørt.

Starvsfelagið kravdi, at Fíggjarmálaráðið og Semingsstovnurin skuldu viðurkenna, at Semingsstovnurin hevur heimild til at royna semju millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri starvsfólk í yvirtiknu Familjufyrisitingini.

Tey eru flutt úr donskum fakfelagi í Starvsfelagið.

Verri sømdir

Starvsfelagið sigur, at tey hava verri sømdir nú, tey eru yvirtikin.

Í úrskurðinum hjá Fasta gerðarrætti er Semingsstovnurin frídømdur.

Fasti gerðarrættur heldur ikki, at Starvsfelagið hevur gjørt sannlíkt ella prógvað, at størvini í Familjufyrisitingini ikki eru sum onnur størv, sum eru í sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.

Størvini eru longu í sáttmálanum hjá Starvsfelagnum, sigur Fasti gerðarrættur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946