- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mowi keypt fóðurflaka til Sandsvág
MOWI hevur keypt fóðurflaka til at brúka til alingina á Sandsvág. Hann kom til landið fyri góðari viku síðani.
Tað er JT Electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð.
Fóðurflakin, sum hevur fingið navnið Árnaberg, tekur 700 tons av fóðri til laks og fimm tons av fóðri til rognkelsi. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.
Ein kaðal til landsstreym verður lagdur út til flakan, so øll streymveiting kemur úr landi. Tí verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð.
Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í hesum mánaðinum.
Frá vintsru: Árni Hoydal Thomassen, tekniskur leiðari, Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, og Jógvan Egholm, aliformaður í Sandsvág