Bollafabrikkin boðin út

Bollafabrikkin boðin út
Eftir ætlan skal arbeiðið byrja í summar og vera liðugt um ársskiftið
Soleiðis fer Bollafabrikkin at síggja út, tá hon er liðugt umvæld.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
04.06.2021 - 09:29

Arbeiðið at umvæla Klaksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, er nú boðið út.

Bygningurin, sum er frá 1946, skal gerast sum hann upprunaliga var.

Arbeiðið, sum nú er boðið út, er at skifta tekju, klædning, vindeygu, úthurðar og eftirbjálva virkisbygningin, sum er á Stongunum í Klaksvík. 

Bygningurin er 640 fermetrar, og hann er í tveimum hæddum.

Liðugt um ársskiftið

Eftir ætlan skal arbeiðið byrja í summar og vera liðugt um ársskiftið. Freistin at koma við tilboðum er til á middegi 25.juni.

Í dag eru egningarskúrar og frystigoymslur í bygninginum. 

Eigararnir eru 15 í tali.

Metti kostnaðurin fyri umvælingina er hálvfjórða millión. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946