- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll bjargað úr tunlinum
Øll bjargað úr tunlinum
Tey 12 fólkini, sum vóru eftir í Sandoyartunlinum, eru farin til kanningar fyri roykeitran
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.06.2021 - 14:02
Øll 12 fólkini, sum vóru eftir í Sandoyartunlinum, eru fingin úr tunlinum í øllum góðum, og eru farin á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.
Tey sótu øll í trygdarbingjunum inni í tunlinum, og roykkavarar fingu tey út.
Jón Klein Olsen, varapolitinspektørur, sigur, at fólkini hava tað gott eftir umstøðunum.
Stutt eftir, at boðað varð frá eldinum í Sandoyartunlinum um hálvgum 12 tíðina, var eitt fólk fingið úr tunlinum, og tað fór eisini á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV