- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdi maðurin latin leysur
Dømdi maðurin latin leysur
Eystari landsrættur hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti um at leyslata mannin, meðan hann bíðar eftir at sita dómin
03.06.2021 - 09:49
17 ára gamli maðurin, sum mánadagin fekk 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri nøkur kynslig brotsverk, er latin leysur.
Eystari landsrættur staðfesti í gjár úrskurðin hjá Føroya rætti um at leyslata mannin, meðan hann bíðar eftir at skula sita dómin.
Ákæruvaldið vildi hava mannin í varðhaldinum, meðan hann bíðaði.
Men tað vildi hvørgin rætturin.
Orsøkin er, at hann er so ungur, og revsingin, sum hann fekk, rættvísger ikki framhaldandi varðhald.
Maðurin fór í varðhaldið 11.apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV