- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndi at smugla trý kilo av hassji
Royndi at smugla trý kilo av hassji
Ein maður, sum er útlendingur, varð í gjár dømdur hálvt ár í fongsul
02.06.2021 - 05:35
Ein maður í 20-unum varð í Føroya rætti í gjár dømdur seks mánaðar fongsulsrevsing fyri at royna at smugla trý kilo av hassji til Føroya. Maðurin skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.
Maðurin, sum er útlendingur, kom til Føroya við Norrönu úr Hirtshals mánamorgunin, hevði hassjið í einum vørubili. Men tollararnir funnu hassjið. Maðurin játtaði seg treytaleyst sekan. Hann er ikki revsaður áður.
Stóra nøgdin av rúsevnum, og lutfalsliga professionelli mátin at smugla rúsevnini og at ætlanin var at selja tey víðari, ger, at grundarlag er ikki fyri treytaðari revsing. Maðurin skal tí inn at sita dómin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV