Fólkatingið avgreitt lógina um teleinfrastruktur

Fólkatingið avgreitt lógina um teleinfrastruktur
Arbeitt verður nú við líknandi uppskoti í Føroyum og Grønlandi, so lógin fevnir allan ríkisfelagsskapin
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, átti lógaruppskotið um kritiskan teleinfrastruktur, sum fólkatingið hevur endaliga samtykt
 
28.05.2021 - 15:24

Lógin, sum knýtir saman fjarskifti og trygd, varð samtykt við triðju viðgerð í fólkatinginum í gjár.

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, eigur lógaruppskotið.

Lógin skal tryggja veitingartrygd í sambandi við kritiskan teleinfrastruktur. 

Stúrt verður fyri, at Kina sleppur fram at fjarskiftinum í danska ríkinum, og tí er ætlanin, at Grønland og Føroyar eisini skulu gera líknandi lógaruppskot.

Trygdarmál donsk

Føroyar hava yvirtikið málsøkið, men trygdarmál eru framvegis á donskum hondum. 

Nú skulu londini í ríkisfelagsskapinum finna útav, hvussu slíkt uppskot skal snikkast saman, uttan at tað rakar yvirtikin málsøki.

Embætisfólk úr Danmark og Føroyum arbeiða  við at finna ein slíkan leist.

Danska lógin kemur í gildi 1. juli í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286