- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingið góðkenning til nýtt aliøki við Vágalandið
Fingið góðkenning til nýtt aliøki við Vágalandið
Luna ætlar at gera landstøð við Oyrargjógv til nýggja økið

Talan er um at víðka umhvørvisgóðkenningina, sum Luna longu hevur í Vestmannasundi
28.05.2021 - 08:35
Partafelagið Luna hevur fingið umhvørvisgóðkenning til eitt nýtt aliøki í Bug við Vágalandið í Vestmannasundi.
Tað er har, sum tunnilsmunnin er í Vágum.
Talan er um at víðka umhvørvisgóðkenningina, sum Luna longu hevur í Vestmannasundi.
Luna ætlar at gera eina landstøð við Oyrargjógv til nýggja aliøkið.
Umhvørvisstovan sigur, at Heilsufrøðiliga starvsstovan og Vága kommuna hava ongar viðmerkingar um ískoytið til umhvørvisgóðkenningina hjá Luna í Vestmannasundi.
Aling hevur verið í Vestmannasundi síðani 1986.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV