- Tíðindi, mentan og ítróttur
60 milliónir í halli í fjør
60 milliónir í halli í fjør
Roknskapurin og grannskoðanarprotokollin fyri 2020 skulu viðgerast á býráðsfundi í Klaksvík í dag
27.05.2021 - 11:31
Klaksvíkar kommuna hevði 60 mió. kr. í halli í fjør, og tað var, áðrenn avdráttir vórðu goldnir.
Roknskapurin og grannskoðanarprotokollin fyri 2020 skulu viðgerast á býráðsfundi í Klaksvík í dag.
Kommunan rindaði 7,5 milliónir aftur í lánum í fjør. Men hon tók eisini lán, 45,9 mió. kr.
Netto hækkaðu lánini tí 38,3 milliónir.
Skylda 198 mió. kr.
Lániskuldin hjá kommununi er 195,7 milliónir, kreditorar eiga 37 milliónir, og onnur skuld er 10 mió. kr.
Nettoskuldin er 180 mió. kr., sum svarar til 0,73 av einari álíkning.
Inntøkurnar hjá Klaksvík í fjør vóru 295,4 mió. kr., raksturin kostaði 226,6 mió. kr., og íløgurnar vórðu 118,9 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV