Føroyar fingið atlimaskap í WHO

Føroyar fingið atlimaskap í WHO
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast, og hann heldur, at Føroyar hava eisini okkurt at bjóða WHO afturfyri
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fegnast um atlimaskapin í WHO
 
26.05.2021 - 10:14

Føroyar hava fingið atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO, sum hevur ársfund í hesum døgum.

Við atlimaskapinum fylgja at kalla somu rættindi og skyldur, sum fullgildur limaskapur gevur. Tó hava Føroyar ikki atkvøðurætt á ársfundi og nevndarfundum í WHO. Men vit hava talurætt, og kunnu eisini biðja um at fáa egin mál sett á skránna fyri hesar fundir, sigur Heilsumálaráðið.

Vitan og gransking

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, segði í takkarrøðu síni, at við atlimaskapinum fáa Føroyar atgongd til virðismikla vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vit ikki hava havt frammanundan.

Landsstýrismaðurin væntar sær nógv av limaskapinum, og at Føroyar eisini hava okkurt at bjóða afturfyri. 

- Føroyar eru í fremstu røð, tá tað ræður um at menna kanningarhátt, smittusporing við góðum úrsliti, sóttarhald, koppseting og at basa koronusmittuni. Og samanumtikið eru vit heilsuliga, samfelagsliga og búskaparliga sloppin væl undan heimsfarsóttini, segði Kaj Leo Holm Johannesen í takkarrøðuni, tá tað var greitt, at Føroyar fáa atlimaskap í WHO.

Hoyr samrøðuna, sum Hallur av Rana gjørdi við landsstýrismannin í heilsumálum, í útvarpstíðindunum á døgurða, her.

1457258

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681