Arbeiðið boðið út í dag

Arbeiðið boðið út í dag
46 mió. kr. eru játtaðar at byggja nýggja sambýlið á Mýrini
Sambýlið á Mýrini skal efir ætlan vera liðugt á heysti næsta ár
Mynd: Landsverk  
 
25.05.2021 - 08:45

Arbeiðið at byggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík verður boðið út í dag.

Lisitatiónin er 6.juli. Sambýlið skal vera liðugt á heysti næsta ár.

Jørðarbeiðið, sum byrjaði í mars, er so at siga liðugt.

Sambýlið á Mýrini er ætlað fólki, sum hevur lættari og tyngri menningartarn. 

Har verður pláss fyri 18 fólkum, sum hvørt fær sína íbúð.

Seks fólk vera í hvørjari eind.

Løgtingið hevur játtað 46 mió. kr. at byggja sambýlið fyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681