Politiskt ábær fólk skulu skrásetast

Politiskt ábær fólk skulu skrásetast
Kunngerð er á veg, sum byggir á lógina um at hvítvaska pengar og fíggja yvirgang
Løgtingið, Landsgrannskoðanin, aðalráðini og almennar fyritøkur skulu boða frá um politiskt ábær fólk
 
20.05.2021 - 08:48

Peningastovnarnir í Føroyum hava brúk fyri einum lista við politiskt ábærum fólki.

Tí er ein kunngerð - hon er donsk - á veg um hetta.

Uppskotið um kunngerð er til hoyringar í løtuni.

Kunngerðin byggir á lógina um at hvítvaska pengar og fíggja yvirgang.

PEP-listi

Kunngerðin loyvir peningastovnum at hava ein lista við viðskiftafólkum, sonevndan PEP-lista, sum kom í Danmark í 2019.

Hetta er listi við fólkum, sum eru mett at vera politiskt ábær, sum tað eitur. 

Sagt verður, at peningastovnarnir í Føroyum hava trupult við at avgera, hvørji viðskiftafólk teirra eru politiskt ábær.

Kunngerðin eitur "indberetning og offentliggørelse af oplysninger om politisk eksponerede personer på Færøerne."

Skulu boða frá

Løgtingið, Landsgrannskoðanin, aðalráðini og almennar fyritøkur skulu boða frá um politiskt ábær fólk.

Tey skulu so á ein lista, sum Fíggjareftirlitið almannakunnger. Og sum peningastovnarnir so kunnu brúka.

Kunngerðin skal koma í gildi 1. september í ár. Hoyringarfreistin er til 17. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681