Útlendingar rinda skatt í Føroyum

Útlendingar rinda skatt í Føroyum
Fólk, sum arbeiða stutt tíðarskeið, rinda 42 prosent í skatti av inntøkuni, sum tey fáa í Føroyum
Fólk, sum eru við skipum í FAS ella við bareboat-skipum, rinda 35 prosent í skatti, stendur í svarinum frá Jørgeni Niclasen til Jóhannis Joensen
 
19.05.2021 - 09:01

Útlendingar, sum arbeiða í Føroyum fyri útlendskar fyritøkur, rinda skatt í Føroyum. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um skattin hjá útlendingum, sum arbeiða hjá útlendskari fyritøku í Føroyum.

Fólk, sum arbeiða eitt stutt tíðarskeið í Føroyum uttan at flyta bústað, skulu søkja um fyribils p-tal fyri at fáa lønina.

Eitt stutt tíðarskeið er í hesum føri 180 dagar ella minni í 12 mánaðir.

Ongan barnafrádrátt ella rentustuðul

Hesi fólk hava avmarkaða skattskyldu her. Tey gjalda 42 prosent í skatti av inntøkuni, sum tey fáa í Føroyum.

Tey fáa ikki barnafrádrátt ella rentustuðul.

Fólk, sum eru við skipum í FAS ella við bareboat-skipum, rinda 35 prosent í skatti.

Eru fólk í Føroyum longri enn 180 dagar, skulu tey flyta bústaðin higar. Og tá eru tey fult skattskyldug her. Tá verða tey eisini skattað av inntøkum, sum tey fáa í øðrum londum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681