Øll skulu hava javnbjóðis møguleika til koppseting

bannari
Øll skulu hava javnbjóðis møguleika til koppseting
44 prosent av øllum koronuskamtunum eru givnir í ríkum londum, at 16 prosent av fólkinum í heiminum býr
 
16.05.2021 - 11:54

Tilsamans eru 1,4 milliardir skamtar av koronukoppingarevni eru givnir í heiminum.

Stjórin í Heimsheilsustovninum minnir á, at skamtar áttu at verið sendir fátækari londum gjøgnum sonevndu Covax-verkætlanina. Verkætlanin arbeiðir fyri, at øll lond fáa javnbjóðis møguleika at taka ímóti koppingarevninum. 

- Eg tosaði longu í januar um moralsku skaðahendingina, sum hóttir okkum, og nú tykist sum um hon er sonn. Fleiri rík lond, sum hava keypt meginpartin av skamtunum, koppseta nú lág-vandabólkar, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus við tíðindastovuna AFP.

29 fátækastu londini í heiminum hava bert fingið 0,3 prosent av øllum framleiddum skamtum.

- Eg skilji, hví nøkur lond vilja koppseta børn og ung, men í løtuni vóni eg, at tey hugsa um, at tað framvegis ber til at lata skamtar við koronukoppseting til fátæk lond gjøgnum Covax-verkætlanina, sigur stjórin í Heimsheilsustovninum.

Fleiri fara at doyggja hetta seinna koronuárið, enn fyrra koronu-árið. Tað sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóri í Heimsheilsustovninum, WHO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681