- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýrisfelag stovnað í Suðuroy

Nú er Sjalvstýrisfelag aftur í Suðuroy. Stovnandi fundur var í gjárkvøldið, og yvir 30 fólk vóru á fundi, sigur Kristin Michelsen, sum er tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Nevnd varð vald, og eisini umboð í landsnevndina hjá Sjálvstýri.
Formaður í nevndini í Suðuroyar Sjálvstýrisfelag er Snæbjørn Bærentsen í Froðba, næstformaður er Jógvan Miodjord í Trongisvági, Hans Sesil Poulsen í Hvalba er peningarøkil og Jónhild Nybo í Trongisvági er skrivari.
Fundurin tók undir við at broyta viðtøkurnar
Haldis Michelsen úr Froðba er nevndarlimur. Varalimir í nevndini eru Niels Hammer úr Hovi og Jacob Ludvig úr Nesi í Hvalba.
Fundurin valdi eisini Snæbjørn Bærentsen í landsnevndina fyri Sjálvstýrisflokkin og Hans Sesil Poulsen er varalimur.
Fundurin tók undir við at broyta viðtøkurnar fyri Sjálvstýrisflokkin og at farast skal undir at skipa Sjálvstýrisflokkin um alt landið.