- Tíðindi, mentan og ítróttur
306 ávíst til Barna- og ungdómspsykiatri í fjør

Tað tekur 14 til 15 mánaðir at bíða eftir tíð hjá Barna- og ungdómspsykiatriini, hóast tað ongantíð hava verið so nógvar útgreiningar sum í 2020. Tær vóru 160.
166 børn og ung eru í løtuni á bíðilistanum.
Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen,landsstýrismaður,í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Hann sigur, at er talan um akutta ella sonevnda subakutta støðu, koma sjúklingar framum á bíðilistanum.
Barna- og ungdómspsykiatriin fær byrjað tríggjar nýggjar útgreiningar í miðal um vikuna.
306 ávísingar í fjør
Høvuðsorsøkin til langa bíðilistan er, at nógv fleiri børn og ung eru nú ávíst til útgreiningar og viðgerð.
Í 2019 vóru 183 ávísingar. Í fjør vóru 306 ávísingar, vøksturin er 60 prosent.
Higartil í ár eru komnar 53 ávísingar.
Harumframt eru yvir 200 børn og ung í medisinskari viðgerð, sum Barna- og ungdómspsykiatriin fylgir áhaldandi, og sum fáa bjóðað psykoterapi bæði sum bólkasamrøður og sum staksamrøður.
Ein serlækni afturat í barna- og ungdómspsykiatri er settur í ár.