Skulu fáa somu løn og eftirløn sum nú

Skulu fáa somu løn og eftirløn sum nú
Løgmaður hevur fingið álit um samsýning og eftirløn hjá løgmanni og landsstýrisfólki. Hetta er fimta álitið av sínum slagi
Nevndin mælir m.a. til, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil tøkan.
 
07.05.2021 - 08:26

Løgmaður og landsstýrisfólkini eiga at fáa somu løn og eftirløn, sum tey nú fáa nú.

Tað er tilmælið hjá nevndini, sum hevur viðgjørt samsýning og eftirløn hjá teimum í landsstýrinum.

Sambært lóg frá 2003 skal løgmaður hvørt valskeið seta nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn hjá  landsstýrisfólkum.

Fimta álitið

Tað tilmælið er nú gjørt og latið løgmanni. Hetta er fimta álitið av sínum slagi. 

Fyri at tryggja eina óhefta nevnd, heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndini um at tilmæla, hvørji fólk skuldu veljast í nevndina.

Í nevndini vóru Ester Dahl, Óli Meinertsson Hansen og Christian Danielsen. Ester Dahl var forkvinna.

Ráðharrabilur

Nevndin mælir til, at verandi skipan heldur fram á flestu økjum.

Men nevndin mælir tó til, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil tøkan.

Nærri reglur skulu ásetast í kunngerð um samskiftisútreiðslur hjá landsstýrisfólkum, og øll løn skal mótroknast í fráfaringarlønini, um so er, at fráfaringarløn verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn tríggjar mánaðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681