- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið í Føroyum fær eisini fleiri pengar

Avtalan, sum er gjørd í Danmark, um fleiri pengar til politiið og ákæruvaldið í 2021 til 2023 kemur eisini løgregluni í Føroyum til góðar.
Politiið í Føroyum fær skotbreyt og útgerð til kt-kanningar.
Ákæruvaldið í Føroyum fær pengar til sokallað lønar-incitament, so fólk kenna seg eggjað til at søkja starv har og vera verandi í starvinum.
Hava stovnað ráð
Sambært rættargangslógini, sum kom á nýggjárinum, er stovnað eitt ráð, sum politiið, kommunurnar og landsstýrið hava fólk í. Fútin er formaður.
Ráðið hevði sín fyrsta fund í mars.
Tað sigur løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.
Hann sigur eisini, at í ár eru 104 politifólk í Føroyum. Tvey koma afturat í ár.